Náttúran og lívið við havið

udstillinger 2019
Dato: 18/10/2019 - 22/10/2019

By: Tórshavn, Faroe Islands

Fríggjadagin, 18. oktober, kl. 12 lati eg upp stóra og fjølbroytta listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Framsýningin umfatar abstraktar og figurativar málningar, tekningar og skulpturar.

Føroyska náttúran og lívið við havið eru afturvendandi myndaevni í listaverkunum hjá mær. Eg eri uppvaksin í Havn. At vaksa upp í einum so lítlum oyggjasamfelagið er nakað heilt serligt, sum hevur haft stóra ávirkan á meg. Náttúran og skiftandi veðurlagið hava eisini sett síni spor, og tað haldi eg sæst aftur í listaverkunum. Tað er ikki eitt mál í sær sjálvum at skapa ”vøkur” verk, fyri meg er tað meira umráðandi at endurgeva mínar upplivingar og hugskot. Eg vóni verkini vekja forvitni og hugflogi hjá fólki, so tey fáa hug at fara á ”leitingarferð” í verkunum.

Seinastu árini havi eg haft fleiri framsýningar í Føroyum, Danmark, Grønlandið, Svøríki, Íslandið, Týsklandið, Álandsoyggjunum, Spania og Bulgaria.

Eg gleði meg at vísa tær nýggjastu verkini hjá mær og fortelja eitt sindur um hvat eg fáist við í løtuni.

Frískt kaffe og the er á kannuni. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Listaframsýningin er opin 18. – 22. oktober, kl. 12 – 19.

Adressan er: Smiðjan í Lítluvík, Gríms Kambansgøta, Tórshavn.

Plakat A 1

Der kan downloades et plakat

 

Adresse
Gríms Kambansgøta
Tórshavn, Faroe Islands

 

Kort