Løtumyndir - í Smiðjuni í Lítluvík

udstillinger 2020
lit
Dato: 23/10/2020 - 27/10/2020

By: Tórshavn, Faroe Islands

Fríggjadagin, 23. oktober, kl. 12 lati eg upp stóra og fjølbroytta listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Eg fari at sýna fram málningar, tekningar og skulpturar. Føroyska náttúran og lívið við havið eru afturvendandi myndaevni í listaverkunum hjá mær. Eg eri uppvaksin í Havn. At vaksa upp í einum lítlum oyggjasamfelagið er nakað heilt serligt, sum hevur haft stóra ávirkan á meg.  Náttúran og skiftandi veðurlagið hava eisini sett síni spor, og eg haldi tað sæst aftur í listaverkunum. Eg vóni verkini vekja forvitni og hugflogi hjá fólki, so tey fáa hug at fara á ”leitingarferð” í verkunum.

Seinastu árini havi eg haft framsýningar í Føroyum, Danmark, Grønlandið, Svøríki, Íslandið, Týsklandið, Álandsoyggjunum, Spania og Bulgaria.

Eg gleði meg at vísa tær nýggjastu verkini hjá mær og fortelja eitt sindur um hvat eg fáist við í løtuni

Frískt kaffe og the er á kannuni. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Listaframsýningin er opin 23. – 27. oktober, kl. 12 – 19.

 

Adresse
Gríms Kambansgøta
Tórshavn, Faroe Islands

 

Kort